Tann triðja av teimum størru bygdunum í Vágum er Sandavágur. Hon er gomul bygd, helst landnámsbygd. Víkingabústaður er ávístur í Sandavági. Í tíðarskeiðinum frá 1555 til 1816 búðu 17 navnevndir løgmenn á Steig í Sandavági, og hevur hendan tíðin givið sítt íkast til søgu og sagnartilfarið, ið knýtt er at bygdini. Sandavágur er ein hugnalig bygd, har gamalt og nýtt eru savnað. Tríggjar ferðir er Sandavágur kosin best røkta bygd í Føroyum. Høvuðsvinnan í Sandavági er fiskivinna, her undir aling, hóast bygdin er brimpláss og onga natúrliga havn hevur. Alt virksemið, sum hevur við sjóvinnu at gera, er á havnarlagnum í Miðvági. Fleiri skip eru skrásett í Sandavági, eins og nakrir smærri útróðrarbátar. Niðursjóvingarvirki, sum virkar fiskaúrdráttir so sum livur og rogn, er í Sandavági. Smoltstøð, sjógvalistøð, byggivirki og handlar, eitt nú timburhandil, eru eisini í Sandavági. Eins og í Vágum sum heild er nógv bygt í Sandavági seinnu árini. Serliga síðan fasta sambandið gjøgnum Vágatunnilin gjørdist veruleiki. Áhugaverd støð: Sandavágs kirkja við kenda rúnarsteininum Minnisvarðin yvir V. U. Hammershaimb Umhvørvið við Løgmansgarðin á Steig Útgrevsturin í Heygagerði Í Sandavági er kommunuskrivstovan hjá Vága kommunu  |